United uttan Rooney

Wayne Rooney hevur seinastu dagarnir verið á forsíðuni á næstan øllum bløðinum í Onglandi, tí hann hevur verið konuni ótrúgvur við eini skøkju. Leygardagin skal Manchester United spæla ímóti Everton á Goodison Park, sum er heimavøllurin hjá Everton. Wayne Rooney er uppvaksin í Everton og viðhaldsfólkini hjá Everton hava ikki fyrigivið Rooney fyri at skifta til Manchester United.

 

Fyri at verja Wayne Rooney ímóti ágangi frá Everton viðhaldsfólki, fer Sir Alex Ferguson møguliga ikki at hava Rooney í hópinum. Tað hevur ein Manchester United kelda sagt við enska blaðið The Sun. Hvørja ferð Rooney hevur verið á Goodison Park, síðani skiftið til Manchester United, hava Everton viðhaldsfólkini verið eftir honum.

 

Týsdagin spældi Ongland á útvølli ímóti Sveis, tá valdi enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, at byrja inni við Wayne Rooney. Tá var ágangurin ímóti Rooney ikki so sjónligur, sum hann væntandi verður leygardagin, um Wayne Rooney verður við væl at merkja.