United tveitti sigurin burtur

Hóast Sky Sports fyrr í dag vildi verða við, at Wayne Rooney var við í hópinum hjá Manchester United, so var hann ikki at síggja á Goodison Park í dag. Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, valdi at spara Rooney fyri tí ángangi, sum Everton viðhaldsfólkini høvdu givið honum, serliga havandi í huga støðuna við konuni og bløðinum seinastu dagarnir.

 

Tað regnaði til tíðir nógv, men tað ávirkaði hvørki spælið ella stemningin á Goodison Park. Everton kom betri frá byrjan og legði seg á odda fimm minuttir fyri tíð, við máli frá Steven Pienaar. Tað gingu bara fýra minuttir, so javnaði Darren Fletcher eftir innlegg frá Nani.

 

Í seinna hálvleiki øktu Namanja Vidic og Dimitar Berbatov til 3-1 til gestirnar. Fyrst var tað aftur Nani, ið átti innleggið, men tað var Paul Scholes, ið átti frálíku avleveringina til Berbatov, sum elegant legði United á odda 3-1.

 

4. dómarin hevði akkurát kunngjørt, at tað blivu tiggir minuttir lagt afturat, tá Tim Cahill minkaði um munin. Minuttin seinni javnaði Mikel Arteta til stóra gleði fyri meginpartin av áskoðarunum á Goodison Park. Sir Alex Ferguson var sjálvsagt í øðini eftir dyst.

 

- Vit hava tveitt ein trygga støðu burtur aftur í dag ? longri er søgan ikki. Vit hava latið tvey mál ígjøgnum í dag og lótu eitt mál inn í evstu løtu ímóti Fulham seinast, sigur ein lítið fegin Sir Alex Ferguson

 

David Moyes var eisini í øðin, men hann var í øðini inn á dómaran, sum valdi at bríksla av, tá Everton fór í mótalop.