United tók ikki av gylta møguleikanum

Premier League: Manchester United misti í evstu løtu og tók ikki av gylta møguleikanum í kvøld

Fimm dystir í 23. umfari í Premier League hava verið í kvøld. Manchester United hevði ein gyltan møguleika, at flyta eitt sindur í oddastríðnum, tí Liverpool og Manchester City møtast í morgin, men United tók ikki av.

Manchester United var á odda 2-0 í hálvleikinum móti Everton, sum tó javnaði bara tíggju minuttir inni í seinna hálvleik. Manchester United kom eisini á odda 3-2 við mál frá Scott McTominay, men langt inni í yvirtíðini javnaði Dominic Calvert-Lewin fyri gestirnar úr Liverpool.

Í fyrsta dystinum í dag tapti Arsenal 1-0 móti Aston Villa. Ollie Watkins skoraði málið eftir uppspæl frá Bertrand Traore. West Ham, sum hevur blandað seg upp í Champions League stríðið, fekk bara málleysan javnleik á útivølli móti Fulham.

Newcastle vann 3-2 á Southampton. Heimaliðið hevur verið fyri kritikki, men Newcastle er leyst av niðurflytingarstríðnum. Venjarin hjá Southampton græt, tá liðið vann móti Liverpool fyri kortum. Síðani hevur liðið bara tapt. Burnley og Brighton deildu stigini á Turf Moor.

1Man City21145239:1347
2Man Utd23136449:3045
3Leicester22133639:2542
4Liverpool22117443:2540
5West Ham23116634:2839
6Everton21114634:2837
7Chelsea22106636:2336
8Aston Villa21112836:2435
9Tottenham2196634:2233
10Arsenal23941027:2331
11Leeds21921036:3829
12Southampton2285929:3729
13Crystal Palace2285927:3729
14Wolves22751023:3126
15Brighton23510825:3025
16Newcastle23741225:3825
17Burnley22651114:2923
18Fulham22291117:3115
19WBA22261418:5212
20Sheffield Utd22321714:3511