United snávaði í oddinum

Byrjanin gekk annars eftir lepanum hjá Manchester United. Teir settu seg á dystin frá fyrsta bríksli, og í 3. minutti legði Kieran Richardson heimaliðið á odda. Stutt undan steðginum javnaði avstralski Marc Viduka fyri Middlesbrough, og sendi tískil liðini til hálvleiks við 1-1.

 

Seinni hálvleikur var líkur tí fyrra, men eingi mál komu. United var fleiri ferðir tætt við at skora avgerandi málið, men neyvleikin manglaði henda góðveðursdagin á Old Trafford.

 

Chelsea spælir í morgin ímóti Newcastle, og hevur tá møguleikan at minka stigarmunin til bert eitt stig. Eftir dystin í morgin, hava bæði liðini bert tríggjar dystir eftir at leika.