United og Barcelona stríðast um Pastore

Bæði Manchester United og FC Barcelona hava lagt boð inn uppá argentinska Javier Pastore hjá Palermo Framrættaði miðvallarin hjá Palermo, Javier Pastore hevur gjørt tað framúrskarandi gott hjá italska Serie A felagnum, Palermo. Í 28 dystum í italsku liguni hevur Javier Pastore skotið 10 mál.

 

Fleiri evropisk stórfeløg hava nú sett ljóskastaran á tann 21 ára gamla argentinska miðvallaran. Men Palermo krevur eina munagóða upphædd, fyri at lata Javier Pastore fara til annað felag.

 

SkySports veit at siga, at Manchester United er til reiðar at bjóða 26 miljónir bretsk pund uppá Javier Pastore. Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson vil binda Javier Pastore til felagið við einum fýra ára sáttmála.

 

FC Barcelona hevur eisini Pastore á sínum ynskilista til komandi kappingarár, men katalanska stórfelagið er ikki hugað at strekkja seg so langt fíggjarliga, fyri at knýta Pastore at sínum hópi.

 

Alex Ferguson er hinvegin til reiðar at ganga rættiliga langt, fyri at ogna sær Javier Pastore, og eftir tí, sum SkySports veit at siga frá, so eru samráðingar við umboðsmannin hjá Javier Pastore longu byrjaðar.