United nærkast Chelsea

Rooney skoraði eitt, framtvingaði eitt og legði upp til eitt mál í sigrinum hjá meistarunum, sum leingi vóru í trongum skóm.

Hálvan tíma undan dystarloki javnaði Craig Fagan leiðsluna, sum Rooney hevði givið gestunum, men landsliðsáleyparin var tó ikki liðugur.

Andy Dawson varð skrásettur fyri sjálvmál, sum Rooney tó átti sín stóra leiklut í, og síðani legði Rooney upp til Berbatov, sum kundi staðfesta sigurin.

 

Og Emirates var Cesc Fabregas stóri maðurin, tá Arsenal vann 3-0 á Aston Villa.

Spaniónlin var annars ikki mettur at vera til reiðar at spæla, men eftir knøppum tíma valdi Arsene Wenger kortini at senda hann á vøllin.

Og har nýtti Fabregas bara góðar 20 minuttir, áðrenn hann við tveimum málum hevði avgjørt dystin.

Fabregas noyddist tó aftur av vøllinum, men Diaby kundi móti dystarenda staðfesta sigurin.