United misti sigurin í evstu løtu

Hóast Manchester United var á odda og í yvirtali, eydnaðist tað Leicester at fáa útjavnandi málið í evstu løtu

 

Í Leicester er lagið gott í kvøld. Enska felagið, sum í kvøld hevði vitjan av Manchester United, megnaði í evstu løtu av dystinum at skora útjavnandi málið til 2-2, hóast Leicester var ein maður færri, eftir at Daniel Amartey hjá Leicester hevði fingið reyða kortið í seinna hálvleiki.

 

Fyri Manchester United var 2-2 javnleikurin ófyrigeviligur, tí teir seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum, hevði Manchester United risa møguleikar í hópatali at lukka dystin við. Millum annað Jesse Lingard og Marcus Rashford eiga at hava torført við at sovna í kvøld, tí teir báðir skuldu havt lukkað dystin fyri Manchester United seinastu løtuna.

 

Teir sum skutu málini í 2-2 dystinum millum Leicester og Manchester United vóru ensku Jamie Vardy og Harry Maguire fyri Leicester, meðan Juan Mata skoraði bæði málini fyri Manchester United.

 

Fyrr í kvøld var ein annar dystur spældur. Hann var millum Burney og Tottenham. Tann dysturin endaði við einum greiðum 3-0 sigri til Tottenham, har Harry Kane var stóri spælarin á vøllinum. Harry Kane skoraði nevniliga øll trý málini og reint hattrick í tí dystinum.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Everton – Chelsea 0-0

Brighton – Watford 1-0

Manchester City – Bournemouth 4-0

Southampton – Huddersfield 1-1

Stoke – West Bromwich 3-1

Swansea – Crystal Palace 1-1

West Ham – Newcastle 2-3

Burnley – Tottenham 0-3

Leicester – Manchester United 2-2