Tá ið ein tími var spældur av dystinum millum Manchester United og Blackburn, var Blackburn á odda 1-0. Men so kom gongd á oddaliðið í Premier League. Paul Scholes javnaði, og síðani skoraðu Michael Carrick, Ji-Sung Park og Ole-Gunnar Solskjær. United vann sostatt 4-1.
Við sigrinum heldur United fæst um oddastøðuna og er framvegis seks stig frammanfyri næstfremsta liðið, Chelsea.