Tvær fjórðingsfinalur í Champions League hava verið í kvøld. Á Old Trafford megnaði Manchester United at halda lív í vónini um eitt pláss í hálvfinaluni við 1-1 javnleiki móti stórfavorittinum úr Bayern Munchen.
Á Camp Nou í Barcelona staðfesti Atletico Madrid, at tað er ikki við óvart, at teir liggja nummar eitt í La Liga. Tvey perlumál komu í 1-1 javnleikinum millum katalanska og spanska liðið.
Flott United avrik
Manchester United var næstan ikki at kenna aftur í kvøld, tá teir fingu vitjan av favorittunum úr Bayern Munchen. Ella rættari sagt, teir vóru nevniliga til at kenna aftur í mun tíðina undir Sir Alex Ferguson.
Í einum jøvnum dysti kom Manchester United til fleiri møguleikar og kundi havt vunnið. Nemanja Vidic legði Manchester United á odda eftir hornaspark miðskeiðis í seinna hálvleiki. eina løtu tóktist Manchester United kunna vinna dystin, men løtu seinni kom aftursvarið.
Bayern Munchen trýsti og tað endaði við, at Bastian Schweinsteiger kundi senda bóltin upp í nettakið. Sami Bastian Schweinsteiger fekk sítt seinna gula kort í dystinum móti endanum. Bæði hann og Javi Martinez hava leikbann til returdystin á Allianz Arena.
Perlumál á Camp Nou
Dysturin millum Barcelona og Atletico Madrid endaði við javnleiki 1-1. Atletico Madrid stóð væl móti trýstinum hjá Barcelona í fyrra hálvleiki. Uppaftur betri bleiv tað í seinna hálvleiki, tá Diego meddaði bóltin upp í málkrókin.
Síðani setti Barcelona ferð á og trýsti Atletico í botn. Tað endaði við, at Andres Iniesta við neyvari avlevering spældi Neymar leysan í brotsteiginum. Úr vinstru plaseraði hann bóltin í mótsættu síðu og so var 1-1.
Barcelona var nærri 2-1 málinum, men Atletico Madrid stóð sterkt í verjuni. Sostatt er Atletico Madrid omaná áðrenn returdystin í Madrid.
Champions League – Fjórðingsfinala:
Í dag:
Barcelona – Atletico Madrid 1-1 (0-0)
0-1 Diego, 56
1-1 Neymar, 74
Manchester United – Bayern Munchen 1-1 (0-0)
1-0 Nemanja Vidic, 58
1-1 Bastian Schweinsteiger, 67
Í morgin:
PSG – Chelsea (19:45)
Real Madrid – Borussia Dortmund (19:45)