United er størsti avbjóðarin

Meðan Tottenham í kvøld óvæntað tapti, heldur Manchester United fram við at leggja trýst á Manchester City í toppinum í Premier League

Fýra dystir vóru í kvøld í Premier League. Mest óvæntaða úrslitið var, at Tottenham í kvøld tapti á útivølli móti Leicester 2-1. Tottenham, ið leingi hevur verið partur av oddastríðnum, er seinastu umførini dragnað, og nú eru tað 13 stig fram til Manchester City, sum er fremst, og átta stig fram til Manchester United, sum er næstfremst.

 

Betri gekk hjá Manchester United, ið er fremsti avbjóðari hjá Manchester City. Hóast Manchester United átti trupla uppgerð á útivølli móti Watford, eydnaðist tað at vinna sannførandi sigur. Úrslitið var 4-2 til Manchester United, eftir at hálvleiksstøðan var 3-0 til Manchester United. Merkisvert hjá Manchester United var, at Ashley Young, ið seinastu árini ikki hevur verið so nógv í hitanum, megnaði at koma á máltalvuna tvær ferðir í fyrra hálvleiki, tá hann skoraði perlumál.

 

Hinir báðir dystirnir endaðu við javnleiki. Crystal Palace spældi 0-0 á útivølli móti Brighton, meðan West Bromwich og Newcastle spældu 2-2. Har var tað merkisvert, at Newcastle megnaði at koma aftur, eftir at hava verið aftanfyri 2-0.

 

Úrslitini av Premier League í kvøld:

Brighton – Crystal Palace 0-0

Leicester – Tottenham 2-1

Watford – Manchester United 2-4

West Bromwich – Newcastle 2-2