United eigur ikki at sekkja venjarar í heilum

(Kykmynd) David Moyes hevur samkenslu við Louis van Gaal í hesum døgum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr hvat David Moyes, venjari hjá Manchester United stutta tíðarskeiðið 2013-2014 hevur at siga um støðuna núverandi høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal er komin í.

 

David Moyes hevur samkenslu við núverandi venjaranum Louis van Gaal, og heldur ikki, at Manchester United eigur at verða eitt fótbóltsfelag, sum gevur venjarum sekkin í heilum. 

 

Í innslagnum har David Moyes er staddur í studionum hjá Gary Lineker hevur Alan Shearer eisini nøkur orð at siga um støðuna Louis van Gaal er komin í.

 

Tað er rásin "Beanyman Sports", sum hevur lagt brotið út á YouTube.