Við frálíka 4-3-sigrinum ímóti Manchester City í gjár vann Liverpool seg upp á síðuna av Manchester United á øðrum plássi í Premier League, men eftir sigur ímóti Stoke í kvøld er United nú aftur einsamalt nummar tvey.
Antonio Valencia setti hol á málskjótingina við einum frálíkum máli longu í níggjunda minutti, har hann við vinstra beini sneiddi bóltin upp í handara horn. Stoke var rímiliga væl við, men góðar fimm minuttir undan steðginum skoraði United aftur.
Og aftur hesaferð var málið vakurt. Paul Pogba legði bóltin til rættis fyri franska landsmanni sínum, Anthony Martial, og uttanverts brotsteigin smekkaði hann bóltin í málið til 2-0 til United, ið eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Eitt mál kom í seinna hálvleiki. Tað var Romelu Lukaku, ið skeyt hetta málið, og við hesum 3-0-sigrinum er Manchester United aftur einsamalt á øðrum plássi í Premier League. 12 stig eru upp til oddaliðið, Manchester City.