Uni, Kristel, Tróndur, Pætur og Mike á Skarv leygarkvøldið

Fýra sangarir og ein dj, sum allir eru føroyingar, fara at undirhalda á Skarv leygarkvøldið, við einum húsorkestri mannað av dugnaligum og kendum tónleikarum sum: Uni Debess sangur, aukk./el. gittari og munnharpa, Kristel Lisberg á sangi, Tróndur Enni sangur, bass og trompet, Pætur Við Keldu sangur og keyboard og dj Afrokid aka Mike Anthony Charles Johannesen.

 

Skráin er kreativ og breitt umfevnandi við løgum frá Poul F. Joensen/Frændur og líka til Beyonce, The Rolling Stones, The Beatles, The Doors, Etta James, Creedence Clearwater Revival, Pink Floyd, Eric Clapton, Jimmy Hendrix, Steppenwolf, David Gray og Coldplay, boða fyrireikarnir frá.

 

Ókeypis atgongd er frá kl. 23-2, og tá fara júst hesi at undirhalda føroyingum, í keypmannahavn, til ljósan morgun á Skarv.

Kelda: FO Invasion