Í farnu viku hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sett Una Holm Johannesen í starv sum ráðgeva í Vinnuhúsinum. Tað skrivar Vinnuhúsið í dag.
Uni Holm Johannesen er útbúgvin stjórnarmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir í fjølmiðlaheiminum umframt eitt skifti at hava starvast í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.
Uni Holm Johannesen kemur úr einum starvi í Kringvarpi Føroya sum tíðindamaður og redaktørur.