Uni D á G

Uni Debess & The Tomcats trína á pall á Gøtusandi í summar.

Uni Debess & The Tomcats verða millum nøvini, ið spæla á G! Festivalinum í ár og manningin boðar frá góðsku og drúgvum royndum, sambært fyriskiparunum.

 

Uni Debess sigur, at teir eru í løtuni í upptøkuhøli, har teir leggja seinastu hond á eina nýggja fløgu, sum hevur verið í gerð í seinasta hálvtannað árið.  Tónleikurin á hesu fløgu er yvir í funk/rokk/blús, sum var nógv at hoyra í 1960'unum og 1970'unum.

 

Fløgan verður væntandi tøk í oktober, og tí fer bólkurin at spæla nøkur av løgunum av nýggju fløguni á festivalinum í ár.

 

Uni Debess & The Tomcats eru Uni Debess á sang, gittar og munnharpu, Finnur Hansen á orgul og kóri, Edavrd Nyholm Debess á bassi og kóri og Jósva Debes á trummum.