Menninir løgdu til brots í einmansleiki fyrrapartin í gjár við innleiðandi bólkaspæli. Klokkan 14 vóru cup-dystirnir á skránni. Í 1/8-finalunum vóru greiðir sigrar í flest øllum dystum.
Í fjórðingsfinalunum var sama mynstur. Greiðir sigrar til favorittarnar. Tó gjørdist dysturin millum Stefan Petersen og Hans Vang spennandi. Hóast Stefan Petersen førdi 3-1, so megnaði Hans Vang at svara aftur og vinna 4-3.
Hans Vang møtti Una Árting í hálvfinaluni. Tá hevði Hans Vang brúkt allar kreftirnar, og Uni vann ein greiðan sigur 5-1. Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Hans Eivind Olsen. Báðir spældu væl, men Jan McIntosh var meiri avgjørdu í teimum tøttu settunu og vann eisini dystin 5-2.
Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Una Árting. Teir báðir hava hitst í mongum finalum. Sum oftast við Jan McIntosh sum vinnara. Teir fylgdust til 3-3. Í sjeynda setti kiksaði Uni Árting reyða bullin til at lukka 170 við 12 pílum. Uni vann settið og fann eisini eitt eyka gear, tí við stórspæli, har hann lukkaði við 13 og 15 pílum, legði hann seg á odda 5-3. Jan McIntosh kom afturíaftur til 4-5.
Í 10. settinum var týðuligt at báðir fingu nervar. Teir byrjaðu illa og báðir høvdu møguleikan at lukka, áðrenn Uni Árting settið pílin í double-8, og tryggjaði sær gullið. Ein sjaldsama væl spæld og spennandi finala, har báðir spælararnir høvdu yvir 80 í miðal.
Úrslit - Menn:
1. Uni Ártin
2. Jan McIntosh
3. Hans Vang
3. Hans Eivind Olsen