Uni Arge: Tað óvæntaða valúrslitið

EFTIRMETING Sambandsflokkurin stóð til at vinna stórsigur, men tapti stórt. Tjóðveldisflokkurin kundi vænta sær eitt skrædl, men endaði sum størsti flokkur á tingi. Løgtingsvalið hesaferð vísti, at onki er avgjørt, fyrr enn síðstu orðini eru søgd í einum valstríði. Tað vísti eisini, at veljararnir hugsa seg um, tá flokkar fara at seta teimum retoriskar spurningar, og at teir revsa tey, sum ikki duga at greiða frá sínum politikki

Uni Arge

Teir fýra samgonguflokkarnir mundu óra ilt, tá Anfinn Kallsberg orsakað vantandi stuðli til sín sjálvs skrivaði út nýval 5. desember í fjør. Fólkaflokkurin var við einum skerdum løgmansevni særdur. Tjóðveldisflokkurin kundi vænta sær ein lúsing fyri at hava verið við til at slitið fullveldissamgonguna. Sjálvstýrisflokkurin riðaði á eggini, og Miðflokkurin kundi heldur ikki kenna seg tryggan.
Seks vikur seinni vóru somu flokkar gingnir fram úr 17 upp í 18 tinglimir. Beint ímóti øllum spádómum og veljarakanningum høvdu teir styrkt um sína støðu, og Sambandsflokkurin, sum ætlaði sær at vinna stórsigur á valinum, var gingin aftur og hevði mist ein tinglim. Tað var ein sensatión. Neyvan nakrantíð í nýggjari politiskari søgu hevur úrslitið av einum løgtingsvali verið so óvæntað.
Samanbera vit valúrslitið við, hvat spádómarnir søgdu, má sigast, at Tjóðveldisflokkurin vann, hóast hann gekk aftur í prosentum. At varðveita allar átta tingsessirnar eftir seks baldrut ár í Tinganesi er væl klárað. Ikki ein einasti av tinglimunum hjá Tjóðveldisflokkinum varð eykavaldur. Øll komu inn sum umdømisvald. Tað vísir, at flokkurin er á lívi aðrastaðni enn bara í Suðurstreymi.
Javnaðarflokkurin gekk fram í prosentum, men ikki tingmannatali. Hann fekk eitt gott val. Appilsinir við nógvum C-vitaminum fingu í valstríðnum Javnaðarflokkin at virka leskiligan og positivan. Tað var tiltrongt og mundi hjálpa. Flokkurin kundi kanska fingið meira burtur av tí, sum Sambandsflokkurin misti. Men Javnaðarflokkurin skoraði so fleiri atkvøður enn seinast, og tað var ikki minst Jóannesi Eidesgaard fyri at takka. Hann upptraðkaði sum ein støðufastur leiðari alt valstríðið.

Løgdu ongantíð um
Sambandsflokkurin hevði frá byrjan tann trupulleikan, at hann hevði onki veruligt boð upp á framtíðina. Ungu leyvurnar í flokkinum siga, at trupulleikin var, at forkvinnan dugdi ikki at bera boðskapin fram. Kanska var tað høvuðstrupulleikin. Men kanska ein annar trupulleiki var, at allur Sambandsflokkurin, sum hann var, legði seg at bíða eftir, at atkvøðurnar skuldu fossa inn í flokkin og gloymdi at bera fram sín politikk.
Størsta mistakið hjá Sambandsflokkinum var loyniligi skattalættin. Eftir valfundin millum floksformenninar á Læraraskúlanum tvær vikur fyri valið skuldi Sambandsflokkurin beinanvegin havt lagt valstríðið hjá sær um. Longu sama kvøld gjørdu fólk gjøldur burturúr, at innihaldið í skattauppskotinum var loyniligt, og áhoyrararnir vóru á einum máli um, at Lisbeth L. Petersen skuldi vera fegin um, at loftmiðlarnir ikki sendu frá fundinum.
Men Sambandsflokkurin lærdi ikki av mistakinum á Læraraskúlanum. Hann lærdi heldur ikki av, at Dimmalætting í oddagrein fanst at avrikinum hetta kvøldið. So flokkurin helt fram í sama spori. Forkvinnan tosaði í sjónvarpinum um eitt skattauppskot, sum hon nóg illa skilti sjálv. Hon visti ikki, at orðið sjálvbjargni stóð í stevnuskránni. Hon visti ikki, hvat skrásett parlag var. Har vantaði hegni til at sannføra og greiða frá.

Stór kanning av leið
Eftir valið hava summi víst á, at fleiri veljarakanningar raktu langt við síðuna av. Staðfestast kann, at tann stóra kanningin hjá Fynd, sum gav Sambandsflokkinum 10 mans og Tjóðveldisflokkinum 6, fór so langt av leið, sum hon kundi, samanborið við sjálvt valúrslitið. Men tað kann væl vera, at hon gav eina rætta mynd av tí, sum veljararnir vildu, júst tá hon varð gjørd.
Millum mong tóktist leingi at vera ein brennandi hugur til at revsa ósamdu samgonguna við at velja Sambandsflokkin ella Javnaðarflokkin. Soleiðis var prátið ið hvussu er. Tjóðveldisflokkurin royndi at greiða frá, hví málið um Anfinn Kallsberg var nóg góð orsøk til at upploysa fullveldissamgonguna. Men flokkurin var kroystur, tí líkamikið hvat hann segði, vístu kanningarnar, at Sambandið skuldi vinna og Tjóðveldið tapa stórt.
Tvær orsøkir vóru til, at hetta ikki hendi kortini. Onnur var, at Sambandsflokkurin kom illa frá valstríðnum. Hin var, at Tjóðveldisflokkurin bað fólk hugsa. Svart samband ella fræls framtíð? Tóm vallyfti ella sosial frambrot? Svarið nú, hvat tit vilja hava, segði flokkurin mestsum argandi. Hjá fleiri, sum ætlaðu at vraka flokkin, mundi øðin so líðandi leggja seg. Ikki minst síðstu dagarnar, tá Høgni Hoydal trygt bar flokkin í gjøgnum stóru sendingarnar í loftmiðlunum.
Fólkaflokkurin stóð seg eisini væl. Tað plagar hann, tá harðast leikar á. Í Fólkaflokkinum eru nógvir yvirlivarar, og í einum hørðum valstríði eru teir allir ein sterk eind. Fleiri enn 800 norðoyingar bóðu journalistiskar rithøvundar og tjóðveldisfólk floyta og krýndu Anfinn Kallsberg til kong í Norðoyggjum. Sleppur Anfinn Kallsberg ikki at verða løgmaður, kann hann ið hvussu er vera errin av uppreisnini.
Spenningurin í Fólkaflokkinum í Suðurstreymi var stórur. Poul Michelsen ætlaði at koppa annaðhvørt Óla Breckmann ella Bjarna Djurholm. Tað eydnaðist honum ikki. Kappingin millum teir tríggjar mundi geva Bjarna Djurholm ta stóru framgongd, ið hann fekk. Óli Breckmann lendi mitt ímillum sum eykavaldur. Í Vágum helt Jørgen Niclasen skansan. Eisini hann fekk uppreisn eftir lagnuløtuna í tinginum í fjør, tá hann mátti leggja frá sær sum landsstýrismaður.

Teir smáu og stuttligu
Sjálvstýrisflokkurin kom innum, hóast fleiri kanningar avskrivaðu hann, og fer nú væntandi at hátíðarhalda 100 ára dagin fjálgaru megin tinggáttina. Miðflokkurin vinnur fram í føroyskum politikki. Tað var eitt bragd, at flokkurin fekk bæði Jenis av Rana og Bill Justinussen valdar á ting. Men tað var kanska ikki so óvæntað, hugsa vit um, hvussu nógv spurningarnir um fosturtøku og samkynd vórðu umrøddir í valstríðnum. Miðflokkurin fekk løn fyri at hava greiða støðu til hesar spurnningar.
Tann stuttligasti í valstríðnum var Jóhan í Kollafirði. Men boðskapur hansara var eisini álvarsamur. Viðhvørt virkaði tað, sum Jóhan bardist fyri teimum, sum kenna seg øðrvísi í sandkassanum, og ímóti føroyskari vanahugsan. Velja tit tað, tit altíð hava valt, fáa tit tað, tit altíð hava fingið. Kendi nakar seg raktan? Hann var eisini stinnur í Freud, Kierkegaard og Sokrates. Tað gjørdi hann áhugaverdan. Vónandi skapti hetta fríska lotið móta, so valevnir í framtíðini fara at leita sær upp í heimspekiligar hæddir eftir íblástri í staðin fyri bara at tosa um tunlar og skatt.
Samanumtikið vísti valið, at ongin, sum stillar upp, skal kenna seg vísan í nøkrum. Heldur ikki flokkar ella valevni, sum verða spádd at skora flestar atkvøður. Tað svíður sjálvandi fast hjá sambandsfólkum, at Sambandsflokkurin skuldi missa ein tinglim og ikki vinna seg upp á einar níggju, sum útlit vóru fyri. Men niðurstøðan má vera, at veljararnir broyttu meining, tá teir ikki fingu greið boð um politikkin hjá flokkinum. Teir vóru til reiðar atkvøða fyri flokkinum, um hann bara segði tað rætta og ikki ov nógv. Men hann segði tað skeiva og ov lítið.
Nú fæst so at síggja, hvør hóast alt sessast í Tinganesi at stýra landinum.