Ungur tvørámaður basti eldi umborð á Grønlandsfly

30 ára gamli tvørámaðurin Tórður Nielsen var við flogfarinum hjá Grønlandsfly, sum varð rakt av snarljósinum undir innflúgvingini til Kastrup. Saman við øðrum basti Tórður gløðunum, sum stóðust av snarljósinum

- Knappliga var eitt ordiligt buldur av tí allar grovasta. Eg havi ongantíð upplivað nakað slíkt fyrr. Fólk fór at rópa og skríggja, sigur Tórður.

Eftir at snarljósið hevði rakt flogfarið, segði flogskiparin yvir hátalaran, at hetta var bara snarljósið, og at tað var heilt vanligt. Hetta varð sagt fyri at sissa ferðafólkið eitt sindur eftir hvøkkin, og eisini varð sagt, at alt riggaði, sum tað skuldi.

- Brendaroykur breiðir seg síðani í flogfarinum, sum er óvanligt, og tað luktaði eg beinanvegin, tí eg sat beint við, greiðir Tórður frá

Tá ferðafólkið fekk brendaroykin í nasarnar, fór alt upp at rópa og skríggja aftur.

Tórður sat frammalaga í flogfarinum í høgru síðu, og glóðirnar uppi undir loftinum vóru eini tvey setur longri frammi í vinstra borði.

- Av tí at tað var myrkt, sóu vit, at tað gløddi uppi undir tí hvíta loftinum. Vit ivaðust eitt sindur í, hvat vit skuldu gera, tí vit væntaðu, at annar av flogskiparunum fór at koma at hyggja eftir tí. Har kom eingin, og so leyp maðurin frammanfyri meg upp, og eg gjørdi tað sama.

- Ein av flogternunum hevur eftir øllum at døma tosað við flogskipararnar, og hon kemur aftur við eini øks. Vit fingu skrætt pláturnar niður, men tá hon skuldi spræna á glóðirnar, vendi hon eldsløkkjaranum skeivt og fekk alt í andliti. Vit fingu tó skjótt sløkt glóðirnar.

Niðri á flogvøllinum stóð eitt stórt bjargingarlið tilbúgvið at seta eina bjarginarroynd í verk, men hetta gjørdist tó ikki neyðugt. Flogfarið trillaði sum vant til portrið, og øll sluppu síðani út. Her kundi ferðafólkið fáa sálarliga kreppuhjálp eftir óhugnaligu hendingina.

Flogskiparin hevði boðað frá, at eldur var í tí eina motorinum, men hetta vísti seg ikki at vera rætt. Snarljósið hevur ávirkað tólborðið, sum síðani hevur givið skeiv boð.

- Tað er ikki heilt óvanligt, at snarljósið slær niður í flogfør, og tað eiga flogfør at klára uttan trupulleikar, sigur Tórður at enda, sum legði leiðina heimaftur til Føroyar dagin eftir.

Øll komu frá hendingini í øllum góðum.