Ungur norðmaður 21 ára forvaring fyri morð og álop á mosku

Philip Manshaus noktar at hava gjørt nakað ólógligt eftir álop á mosku og at hava dripið systur sína.

Ein 22 ára gamal norðmaður er dømdur 21 ár í forvaring fyri álop á mosku og morð á stjúksystur sína.

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

Philip Manshaus hevur fyrr viðgingið morðið og álopið, men noktar at hava gjørt nakað ólóglig.

Manshaus hevur áður sagt, at hann fram illgerðina fyri at »verja framtíðar ættarliðini hjá fólki mínum«.

Verjuadvokatur hansara fór eftir at fáa hann fríkendan við pástandi um, at hann var ótilrokniligur í illgerðarløtuni.

Hann var ákærdur fyri morðið á 17 ára gomlu stjúksystrina, Johanne Zhangjia Ihle-Hansen og álopið á Al-Noor Islamic Centre í býnum Bærum 10. august í 2019.

Ákærin í málinum hevur lýst drápið á stjúksystrina sum ein ætlað avrætting, sum var rasistiskt motiverað.

Hann gav annars undir rættarmálinum til kennar, at Philip Manshaus ongantíð hevði víst tekin um, at hann angraði illgerðir sínar.

– Tvørtírmóti. Hann verjir gerðirnar. Hann kundi havt funnið upp á at framt tær aftur. Tað kann rætturin jú taka við, tá dómurin skal sigast, segði ákærin í málinum.

Áðrenn dómurin varð sagdur, gav Annika Lindstrøm, dómar, Philip Manshaus møguleika fyri at taka orðið.

– Eg ímyndi mær ikki at verða fríkendur. Eg vænti at verða kendur sekur og fáa eina harða revsing, segði hann.

/ritzau/