Í seinastuni hevur ein ungur leirvíkingur í Esbjerg gjørt vart við seg millum teir allarbestu donsku bringusvimjararnar. Tað er 18 ára gamli Ásbjørn Hansen, sum seinastu fimm árini hevur búð í Esbjerg, har hann veruliga hevur gjørt seg galdandi millum teir fremstu svimjararnar.
Millum annað var Ásbjørn Hansen við til at tryggja svimjifelagnum hjá sær, SGI, uppflyting til bestu donsku svimjideildina. Eftirsum
SGI longu hevði eitt lið við í bestu deildini ? har Ásbjørn eisini var við ? hevur felagið frá næsta kappingarárið tvey lið í 1. deild, og tað er ongantíð komið fyri áður.
Ásbjørn Hansen, sum hevur svomið síðani hann var 10 ára gamal, fyrst við Reka í heimbygdini Leirvík, og nú við SGI, ger nógv við svimjingina. Hann venur ein tíma um morgunin ? frá klokkan seks til klokkan sjey ? og aftur tríggjar tímar aftur um kvøldið. Hóast hann eisini kann gera seg galdandi í crawl, er tað bringusvimjingin, hann satsar uppá, og venjarin hjá honum í SGI, Bo Jacobsen ? hann er beiggi Mette Jacobsen, sum man vera ein tann besti danski svimjarin nakrantíð ? hevur sagt, at Ásbjørn er eitt stórt talent í bringusvimjing, og at hann kann koma langt, um hann sjálvur vil.
Størsta løtan higartil í svimjingini hjá Ásbjørn var fyri einum ári síðani, tá hann bleiv jyllandsmeistari í 100 m bringu. Hetta er eitt frálíkt úrslit og ger unga leirvíkingin til ein av bestu svimjarum í Danmark á hesum teininum.
Svimjifelagið SGI vann danska meistaraheitið fyri lið í fjør, og harafturat flutti eitt lið hjá felagnum afturat upp í 1. deild. Tað er fyrstu ferð í donsku svimjisøguni, at eitt felag hevur tvey lið í ovastu deildini, og bert fyri tveimum árum síðani var hetta óhugsandi. Danska svimjisambandið umrøddi, hvussu berast skuldi at, um nú eitt felag fekk tvey lið í bestu deildina, men umrøðan helt uppat mestsum beinanvegin, tí eingin trúði, at tað nakrantíð fór at eydnast nøkrum felag at megna hetta. Men tað er tað so nú.
Tað er hørð kapping um plássini á liðnum hjá felagnum, sum er eitt av fýra svimjifeløgum í Esbjerg. Av hesum fýra er SGI nógv tað besta og mett verður eisini, at felagið hevur tað besta liðið í Skandinavia. Á páskum í fjør var liðið við í eini kapping í Florida í USA og fekk góð úrslit við heim aftur.
Svimja fyri Føroyar
Ásbjørn Hansen er føroyingur, og hann hevur eisini hug at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í summar. Meiningin er, at hann kemur upp til FM-kappingarnar, sum verða síðst í apríl, og her er meiningin, at Ásbjørn skal svimja við Havnar Svimjifelag.
Hetta er eisini, tá endaliga úttøkan til Oyggjaleikalandsliðið verður. Tá hugsað verður um úrslitini, hann hevur fingið í Danmark, skuldi tað verið sera løgið, um Ásbjørn Hansen ikki megnar at koma við á oyggjaleikalandsliðið, og so verður spennandi at síggja, hvat hann megnar móti sterkum svimjarum úr øðrum oyggjasamfeløgum, eitt nú Jersey, sum vann nógv tann størsta partin av svimjikappingunum á seinastu oyggjaleikum, sum vóru á júst Jersey.
Ásbjørn Hansen er í dag 18 ár og gongur í løtuni á Hægri Handilsskúla í Esbjerg. Hann hevur svomið síðani hann var 10 ára gamal, og í dag fer dagurin hjá honum ikki til nógv annað enn skúla og svimjing.
Hugurin er har framvegis, ja kanska meir enn nakrantíð, og Ásbjørn ætlar sær at halda fram við at svimja seriøst í nøkur ár afturat.
Danski ítróttarstuðulsstovnurin Team Danmark, sum hevur til endamáls at stuðla ungum ítróttarfólkum, so hesi fíggjarliga kunnu megna at taka eina útbúgving samstundis sum tey kunnu venja fyri at gerast betri í sínum ítrótti, stuðlar SGI, og tað er sjálvandi góður stuðul at fáa.
Sostatt kunnu bæði danir og føroyingar rokna við at hoyra meira til Ásbjørn Hansen komandi árini, í fyrstu atløgu í FM-kappingunum og á Oyggjaleikunum, sum vera á Gotlandi mánaðarskiftið juni-juli í ár.










