Ungur granskari tvær fínar heiðurslønir

28 ára gamla tvørakvinnan og búskaparfrøðingurin Juanna Schrøter Joensen fær tvær danskar heiðurslønir fyri framúr góð avrik í PhD gransking sínari

Fyrr í ár var 28 ára gamla Juanna Schrøter Joensen, sum arbeiðir á Lærda Háskúlanum í Stockholm, í Føroyum, her hon greiddi frá um kyn og gransking í fyrilestrum, útvarpi og í bløðum.

Juanna fekk prógv sum cand.scient.oecon. í 2005, og nú fær hon tvær fínar viðurkenningar, sum verða handaðar fyrsta dagin.

- Tað er sjálvandi ein stór æra fyri meg at fáa slíkan heiður og viðurkenning fyri granskingararbeiði í míni PhD ritgerð - tað er altíð nakað sum fløvar. Harafturat merkir tað sum fylgir við virðislønunum, at eg nú kann hugsa enn meiri um granskingina í framtíðini, og so hevur tað sjálvandi týdning fyri CV´ið, sigur Juanna við Sosialin. Hon hevur granskað sambandið millum útbúgving, lønarlag og hugin at gera íløgur.

Onnur heiðurslønin er Aarhus Universitets Forskningsfonds (AUFF) Ph.D. pris ”fyri bestu Ph.D. ritgerð innan Samfelagsvísind (Det Samfundsvidenskabelige Fakultet) á AU í 2007”. Hon verður handað av rektor Laurits B. Holm-Nielsen í Søauditoriet, Aarhus Universitet, 11. juni kl.11. Við heiðrinum fylgja 50.000 kr.

Juana fær eisini Jyske Banks Almennyttige Fonds Pris fyri bestu Ph.D. ritgerð innan búskaparfrøði í 2006-2007. Virðislønin verður givin annaðhvørt ár og verður handað av (administrerende direktør) Klaus Stampe í Riddersalen á Institut for Økonomi, Aarhus Universitet, 13. juni kl.14.