Ungur grønlendingur ynskir kravda undirvísing um ríkisfelagsskapin

- Tað er ikki sjáldsamt, at mann sum grønlendingur í Danmark følir seg fremmandangjørdan í danska samfelagnum.

Unga grønlendska Aka Niviâna heldur, at fólkaskúlin í Danmark skal hava kravda undirvísing um ríkisfelagsskapin. Hon greiðir í einari grein hjá danska blaðnum, Altinget, frá, hvussu hon sum grønlendingur í Danmark merkir eina manglandi vitan um Grønland og ríkisfelagsskapin.

 

Manglandi vitanin elvir til misskiljingar og eina fremmandagering av grønlendingum í Danmark.

 

- Tað er ikki sjáldsamt, at mann sum grønlendingur í Danmark følir seg fremmandangjørdan í danska samfelagnum. Mann møtir ofta hesari fremmandagering í sambandi við fávitsku og rasistiskar útsøgnir, bæði í privata og almenna rúminum, skrivar hon.

 

Hon heldur tí, at um mann fekk ríkisfelagsskapin á donsku tímatalvuna fer sambandið millum Danmark, Føroyar og Grønland at styrkjast.

 

Nakrar fyritøkur hava skotið upp í borgarauppskoti, at ríkisfelagsskapurin skal vera kravd lærugrein í fólkaskúlanum. Eitt borgarauppskot er eitt uppskot frá borgarum, sum við 50.000 undirskriftum kann verða lagt fyri Fólkatingi sum lógaruppskot. 

 

Les eisini: Brúka pengar uppá at upplýsa danskarar um ríkisfelagsskapin

 

- Har eru nógvar orsøkir til at stuða uppskotinum um kravda undirvísing um Ríkisfelagsskapin í fólkaskúlanum. Men ein hin týdningarmesta orsøkin fyri meg er at skapa eitt javnmett samband millum okkara trý lond, sigur Aka Niviâna.

 

Í Føroyum kenna vit eisini til manglandi vitan um Føroyar millum danir. Myndin oman fyri er frá ólavsøku 2016, tá danir flaggaðu fyri Føroyum við skeivum flaggi. Hildið var enntá, at tað varð flaggað í sambandi við flaggdagin, men hetta var á ólavsøku.

 

Danska stjórnin hevur í nýggjum fíggjarlógaruppskoti fyrst í september sett 15 milliónir av til at kunna danir um ríkisfelagsskapin.

 

Les alla greinina hjá Aka Niviâna á altinget.dk