– Man gloymir allar hesar skuggapersónarnar, sum eru aftanfyri, og sum gera so forbannað gott arbeiði, so solistarnir skulu ljóðar so væl…
Soleiðis segði Terji Rasmussen, tá hann fríggjadagin skuldi avdúka eitt yvirraskilsi fyri áskoðarunum í Maggie's.
Hann fór upp á pallin og handaði eina serliga virðisløn – ársins tónleikaheiður frá Maggie's.
– Eg hugsaði, at tað hevði nú verið stuttligt, um Maggie’s kundi gjørt sína egnu virðisløn, fortaldi hann.
Tá hann skuldi avdúka, hvør fekk virðislønina, segði hann leysliga endurgivið soleiðis:
– Eg elski at hoyra tey nýggju ungu talentini, ið koma fram. Hvørja ferð man hoyrir okkurt áhugavert í útvarpinum, sum mær dámar ordiliga, so hugsi eg “Hvør man hava framleitt hatta?”. Og hvørja ferð er tað eitt navn, sum gongur aftur allatíðina.... Tað er Benjamin Djurhuus!
Hann hevur framleitt tónleik fyri millum annað Daniu O. Tausen, Jónas Gaard, Tinu Mellemgaard og so víðari.
Við heiðrinum fylgdi ein lítil Maggie's standmynd, gjørd úr einum steini, sum er funnin í Froðba. Og steinurin var ikki nokk - eisini fekk hann ein check á 10.000 krónur.
Benjamin takkaði fyri og segði:
– Sum framleiðari kann man ikki framleiða ein góðan sang uttan góðar solistar og góðar sangir. Teir skrivi eg ikki, so eg haldi, vit eisini skulu geva øllum teimum eitt klapp.
##med2##