Ungur føroyingur í starvsvenjing hjá Shell í London

Tummas Pauli Mýri úr Klaksvík hevur arbeitt hjá Shell í London í skjótt eitt ár. Hetta er partur av 4 ára útbúgving hansara sum búskaparfrøðingur

Tá spildurnýggja og vælútgjørda oljuhjálparskipið ?Grampian Frontier? var á vitjan í Havn í farnu viku vóru nógv umboð fyri BP og Shell eisini komin til Føroya við flogfari. Her var talan um fleiri av oddamonnunum í BP/Shell-samtakinum, ið meira ella minni burturav arbeiða við føroyska økinum.

Millum gestirnar var eisini ein heldur óvanligur ?gestur?. Tað var tann 23 ára gamli Tummas Pauli Mýri úr Klaksvík. Hann starvast í løtuni á høvuðsborgini hjá Shell í London. Har er hann í starvsvenjing frá lærda háskúlanum í Aberdeen, har hann tekur eina 4 ára útbúgving innan búskap.

-Eg var til arbeiðis nú um ein dagin, tá ein av stjórunum í Shell kemur til mín og biðjur meg gera meg kláran at fara til Føroya. Eg skuldi vera til steðar, tá Grampian Frontier kom á Havnina, hjálparskipið á Foinaven-feltinum, sum BP og Shell reka.

Tummas Pauli Mýri er væl nøgdur við sítt nýggja arbeiðspláss. Hann sigur, at tað er sera spennandi at arbeiða í hesum nýggja umhvørvinum og hevur uppgáva hansara verið at taka sær av umleið 300 gasskundum hjá Shell.

Starvsvenjingin er parturin av útbúgvingini í Aberdeen og tekur hon eitt ár. Hann skal aftur í skúla í heyst og so manglar bert eitt ár, til hann er liðugur.

Tummas Pauli Mýri iðrar seg onga løtu um, at hann valdi at fara til Skotlands at útbúgva seg, heldur enn at fara vanligu leiðina til Keypmannahavnar.

-Eg valdi Skotland m.a. fyri at royna nakað nýtt og øðrvísi. Eg gjørdi tað eisini fyri at fáa hollan kunnleika til málið, og so er tað eisini framtíðar oljuvinnan, sum ?spøkir? í tonkunum.

Hann hevur ætlanir um at fáa framtíðar starv í eini komandi føroyskari oljuvinnu, og tí kann útbúgvingin í Skotlandi vera ein góð byrjan.