Ungur flettari

Tað er fjalltíð, og tað er flettingartíð. Eisini teir ungu sleppa at royna seg við lombunum.

Tað er fjalltíð, og tað er flettingartíð. Í dag hevur regnað nakað, og tað hevur verið eystligur lágættarvindur. Hóast ivasomu líkindini hava menn verið á fjalli í summum hagapørtum.

 

Eisini í Sandarhaga í Sandoynni hava menn verið á fjalli í dag. Hetta er stórur hagi, sum verður rikin í fleiri gongum ella fylgjum. Ein partur av haganum varð gingin í dag, og einar 80 ær komu í rætt.

 

Fyrr í vikuni vóru teir eisini á fjalli í øðrum hagapørtum í Sandoynni, og hósdagin vóru teir soleiðis á fjalli í Søltuvík.

 

Í gjárkvøldið, tá in.fio vitjaði í einum bilhúsi á Sandi, flettu menn nøkur lomb, og her sluppu teir ungu eisini framat, soleiðis sum viðhefta mynd vísir av stórum smádreingi, sum stendur og tummar eitt lamb.