Summarfestivalurin: Tá Fuglafjarðabólkurin "Bros" trínur á pall á summarfestivalinum í Klaksvík leygardagin, fer ein 11 ára gamal sangari úr Fuglafirði eisini at framføra saman við bólkinum.
Talan er um 11 ára gomlu, Mariu á Lakjuni, sum fyri stuttum gav út nýggja fløgu, ið nevnist "Vøkur er verðin".
Maria, fer saman við pápa sínum, Eyðuni at vitja morgunsendingina hjá Rás2, fríggjamorgun klokkan 11.10, har høvið verður at hoyra løg av nýggju fløguni hjá unga sangaranum úr Fuglafirði.