Ungur føroyskur bogaskjútti vann DM

Bogaskjóting: 12 ára gamli Teitur Dalsgarð skeyt framúrskarandi hetta vikuskiftið og gjørdi ikki matari enn at vinna danska meistaraheitið.

Um vikuskiftið eydnaðist tað 12 ára gamla Teiti Dalsgarð at vinna gull í DM. Hetta gjørdi hann í bólkinum Recurve Herre Mini, har skotið varð frá 12 metrum.
Innleiðandi skeyt Teitur 549 stig. Hetta var persónligt met og var hann eisini greitt á odda. Í finaluumførunum sat hann yvir fyrsta dyst og vann 1/4- og 1/2-finalurnar báðar 6-0, meðan hann vann gullfinaluna 6-4.
Teitur Dalsgarð hevur búð í Danmark, har hann hevur skotið í felagnum Aalborg Bueskyttelaug. Nú hann er fluttur til Føroya, venur hann í Bogaskjótifelagnum Tambar, men av tí at hann framvegis er limur ídanska fekagnum, kann hann luttaka í kappingini um danska meistaraheitið.