Ungur bilførari koyrdi 127 á Norðasta Horni

Tað eru strangari reglur galdandi fyri bilførarar, sum hava koyrt í minni enn trý ár. Ungi bilførarin fekk tískil koyriforboð, sum merkir, at hann noyðist at taka koyrikortið av nýggjum

Í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar á einum vegastrekki út móti Norðasta Horni, og hetta er á einum vegastrekki á góðar 100 metrar, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her var ein ungur bilførari, sum hevur koyrt í minni enn trý ár, máldur at koyra 127 kilometrar um tíman, sum sjálvsagt er langt omanfyri loyvdu ferð.

 

Tað eru strangari reglur galdandi fyri bilførarar, sum hava koyrt í minni enn trý ár, og í kanningini í gjár fekk ungi bilførarin koyriforboð, sum merkir, at hann noyðist at taka koyrikortið umaftur.