Ungur bilførari má taka koyrikortið av nýggjum

Fimm mánaðir, tað var alt ein ungur bilførari kláraði at hava koyrikortið

Í Fuglafirði hevur verið Varmakeldustevna hetta vikuskiftið, og í Sandoy var sandoyarstevna, og í tí sambandi hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna.

 

Í Eysturoy kannaði løgreglan ferðsluna frá klokkan tvey til klokkan 5.30, og úrslitið av tí var, at fimm bilførarar fingu klipp í koyrkortið fyri at koyra ov skjótt.

 

Men ongin av teimum hevur iðrað seg so illa, sum ein ungur bilførari helst ger í dag, tí hann var tikin fyri at koyra 118 kilometrar um tíman.

 

Hann hevði bara havt koyrikort í fimm mánaðir, men nú má hann so taka tað av nýggjum, bæði teori og koyring, annars missur hann tað. Afturfyri vóru allir bilførararnir edrúir.

 

Løgreglan var eisini í Sandoy og kannaði ferðsluna, men har gekk alt sum tað skuldi og ongin bilførari varð skrivaður í svørtubók. Hinvegin mátti løgreglan leggja ímillum, tá ið menn komu til ilnar, men tað javnaði seg aftur eftir at løgreglan fekk tosa teir til rættis.