Ungur bilførari fær forboð fyri at koyra bil

Tað er eitt vegastrekki í Havn og á Argjum, har bilførar hava lyndi til at koyra alt ov skjótt

Aftur í gjár varð løgreglan á ferð at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu á Glyvursvegi, og eitt úrslit av tí var, at ein ungur bilførari fekk forboð fyri at koyra bil aftur fyribils.

Glyvursvegur er ein breiður og góður vegur av Velbastaðvegnum, um nýggju brúnna um Sandá og niðan á Hamarin. Men hóast vegurin er bæði breiður og góður,  er taå altso bara loyvi at koyra 50. Hinvegin sigur løgreglan at av royndum vita tey, at akkurát á hesum teininum hava bilførarar lyndi til at koyra alt ov skjótt.

##med2##

Í gjár fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið umframt eina bót fyri at koyra ávikavist 75 og 78 kilometrar um tíman. Umframt at fáa klipp í koyrikortið, fáa teir eisini 2.000 krónur í bót.

Men so tók løgreglan eisini ein bilførara, sum koyrdi heilar 98 kilometrar um tíman. Sosatt missur hann koyrikortið treytað. Vanliga merkir tað, at hann skal upp til nýggja koyrioynd hjá Akstovuni áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

Men í hesum føri var talan um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn tvey ár og reglurnar fyri bilførarar, sum hava havt koyrikortið styttri enn tvey ár, eru strangari enn fyri aðrar bilførarar.

Sostatt fekk hesin bilførarin eisini koyriforboð og tað merkir, at hann mátti lata bilin standa, og hann sleppur ikki at koyra bil aftur, fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum. Og harafturat fær hann 5.000 krónur í bót.

Fyri eini viku síðani kannaði løgreglan eisini ferðsluna á Glyvursnesi og tá vórðu seks bilførarar tiknir

Harumframt tók løgreglan tveir bilførarar fyri at koyra við kenning í Havn í nátt. Annars varð tikin á hjólum og hin varð tikin eftir eitt ferðsluóhapp, har hann rendi á ein garð. Hvørki garður, ella bilførari, fingu skaða, men bilurin fekk so mikið stóran skaða, at hann mátti sleipast burtur.

Annars er hetta fyrsta vikuskiftið í koronu-kreppuni, sum tók seg upp eftir ólavsøku, at skeinkistøðini sleppa at hava opið aftur út á náttina. Løgreglan sigur, at nakað av fólki var úti, men løgreglan hevði einki at gera í tí sambandi.