List
Fríggjamorgunin ringdi Sosialurin til trý kend listafólk fyri at fregnast eftir, um tey høvdu sæð onkra av listaframsýningunum á ólavsøku.
Tann eini hevði av ymiskum orsøkum ikki verið á ólavsøku, meðan hini bæði listafólkini vóru ikki komin so langt á ólavsøku, at tey høvdu sæð nakra av framsýningunum.
Vit vendu okkum tískil til Eyðun av Reyni, sum hevði fýra málningar við á ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum.
Eyðun var fyrstu ferð við á eini ólavsøkuframsýning í 1964.
Listin broytist
Vit spurdu hann, hvat honum dámdi úrvalið á framsýningini í Listaskálanum hesaferð:
- Ja, hvat skal man siga? Tað veldst í fyrsta lagi um eyguni sum síggja.
Eyðun vísir á, at við listini er tað sum við so mongum øðrum, ið skapt verður av mannahondum í skiftandi tíðum.
- Einki stendur í stað. Alt broytist, eisini listin.
Vit skilja á listamanninum, at hann hevur ikki hug í knappari vending at gera sær nakra endaliga niðurstøðu av listini á ólavsøkuframsýningini í ár.
- Tey ungu listafólkini ganga aðrar vegir. Tey hefta seg ikki so nógv við landslagið. Hættirnir broytast, og ein partur av listini byggir meira á instalatiónir.
Eyðun heldur tó ikki, at listin er vorðin meira abstrakt, men
tað er meira hugskotini sum broytast.
- Eg haldi, at listin var meira abstrakt ella hálvabstrakt fyri nøkrum árum síðan, sigur Eyðun av Reyni, sum heldur ikki kom longur enn at síggja ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum.
Øssur Mohr
Vit kunnu leggja aftrat, at 6. august letur listamaðurin,
Øssur Mohr í Fuglafirði listaframsýning upp í Listaskálanum. Við á framsýningini, sum varar til, 12. september, hevur hann eini 40 listaverk.









