Eftir hvat skilst gekk kappingin heilt væl, og serliga spennandi var kappingin hjá kvinnuunglingunum (U18). Orsøkin til tað var, at í sambandi við mini-oyggjaleikirnar Hetlandi í komandi mánað, sleppur tann besta av kvinnuunglingunum við til hesa kapping. Ov fáir leikarar eru hjá teimum vaksnu kvinnunum, og tískil hevur Badmintonsamband Føroya avgjørt at lata okkara frægasta kvinnuunglingaleikara sleppa upp í part á mini-oyggjaleikunum í Hetlandi.
Vinnarar úr fleiri feløgum
Verður hugt at úrslitinum frá kappingini, sæst at fleiri feløg hava verið umboðað á sigursskamlunum. Í nógv ár var Havnar Badmintonfelag næstan einaráðandi innan føroyskt badminton, men fyri nøkrum árum síðani fór vestmenningar at gera vart við seg í yngru deildunum, og nú eru eisini fuglfirðingar og miðvingar farnir at blanda seg uppí. Klaksvíkingar, sum í ár tóku lut aftur fyri fyrstu ferð í mong ár, vunnu ikki nakað heiðursmerki hesaferð, men tað fer óivað at koma.
Komandi vikuskifti fer eitt úrvalslið við 30 ungum leikarum til Íslands, har teir skulu luttaka í einari kapping á Akranesi.
Úrslitini í føroyameistarakappingunum vóru hesi:
U11-gentur:
1. Birita Poulsen, VÍF
2. Emilie Dalbram, HBF
3. Rannvá D. Carlsson, HBF
U11-Dreingir
1. Bogi R. Petersen, ÍF
2. Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
3. Leivur Joensen, ÍF
U13-gentur
1. Brynhild D. Carlsson, HBF
2. Fjóla Luid, HBF
3. Hanna Elisa Óladóttir Arge, HBF
U13-dreingir
1. Reidar Luid, HBF
2. Fríði Lamhauge, HBF
3. Ari J. Ellingsgaard, HBF
U15-gentur
1. Guðrun Lervig, ÍF
2. Óluva Bærentsen, ÍF
3. Unn Aakjær, HBF
U15-dreingir
1. Flóvin S. Mikkelsen, HBF
2. Sigurd D. Carlsson, HBF
3. Jan Ellingsgaard, ÍF
U18-kvinnur
1. Rannvá á Rógvu, VÍF
2. Ulla í Dávastovu, VÍF
3. Nicola Gram, MBF
U18-dreingir
1. Niklas Eysturoy, HBF
2. Rógvi Poulsen, HBF
3. Gunnar Poulsen, HBF