Í morgin verður finalan í Ungt Virkið, har ungir íverksetarar royna seg innan hesa hørðu vinnu. Tiltakið verður í SMS, og fyriskiparar siga, at nýggj og spennandi hugskot verða at síggja. Í ár hava fýra næmingafyritøkur úr Handilsskúlanum í Marknagili og Handilsskúlanum á Kambsdali tikið avbjóðingina upp, og sett kósina móti einum finalusigri í morgin.
Alt skúlaárið hava Aman Easy, Verk.fo, Revocat og Jam-music arbeitt við sínum verkætlanum, og í morgin verða úrslitini løgd fram.
Kappingin er skipað soleiðis, at næmingarnir sýna síni hugskot fram á básum í SMS og fara at leggja teirra virkisætlanir fram fyri dómaranevndini.
Harafturat fara tey at presentera hugskotini live á pallinum frá kl. 15:00.
Kl. 16:00 verður vinnarin av Ungt Virki 2011 avdúkaður.
Í dómaranevndini sita umboð fyri Vinnuhúsið, Eik, Íverksetarahúsið og Navia.
Ungt Virki er ein skúlakapping, sum Handilsskúlin í Marknagili tók stig til fyri 10 árum síðani. Í dag er tað Íverksetarahúsið, sum samskipar kappingina.