Tíðliga leygarmorgunin vórðu tríggir unglingar tiknir fyri at hava skrúvað eina vegbungu í Sandavági leysa og tikið hana burtur.
Løgreglan fekk fráboðanina um fimm tíðina leygarmorgunin. Løgreglubilur var í økinum, og stutt eftir steðgaði løgreglan bilinum, sum teir tríggir unglingarnir vóru í.
Koyrt varð aftur á staðið, har vegbungan var skrúvað av. Unglingarnir fingu boð um at seta bunguna upp á pláss aftur, og tað varð gjørt.
Teir tríggir unglingarnir fáa bót fyri brot á politiviðtøkurnar.









