Unglingalandsliðið í tónleiki at ferðast

Krøvini eru høg og tað krevur nógva venjing

 


 Føroya Landsorkestur, sum er orkestur undir Musikkskúlaskipanini, fyrireikar seg í hesum døgum til konsertferð til Kekkia og Týsklands.

Orkestrið hevur vant dúliga, og síðstu venjingarnar verða nú, áðrenn orkestrið fer í flúgvaran mikumorgunin, sigur Johan Hentze frá orkestrinum.

 

FLO, sum orkestrið verður nevnt,  verður við á orkesturdøgunum, sum blásilærarar og Tórshavnar Musikkskúli skipa fyri og í tí sambandi spælir orkestrið á konsertin í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, týskvøldið.

 

Á uttanlandsferðini gongur leiðin fyrst til býin, Liberec, norðanliga í Kekkia. Fyrsta konsertin verður í Koloseum Liberec hóskvøldið saman við næmingum úr musikkskúlanum har.

Fríggjadagin spælir landsorkestrið tvær konsertir á skúlum í Prag, og í sama viðfangi verður hugt at søguliga býnum.

Leygardagin verður farið til Suðurtýsklands at spæla í einum býi, nevndur Hoyerswerda og sunnudagin kemur orkestrið heimaftur.

 

Føroya Landsorkestur varð sett á stovn í 2010 og einir 60 blásarar og slagverksspælarar úr øllum landinum hava vunnið sær pláss í orkestrinum, sum kann sigast at vera eitt unglingalandslið hjá Føroya Musikkskúla!

 

Fleiri blásilærarar og slagverkslærarar samstarva um orkestrið og dirigentur er Bernharður Wilkinson, sum eisini stjórnar Føroya Symfoniorkestri.

- Krøvini til tónleikararnar eru høg, næstan sum í einum professionellum orkestri, sigur sigur Johan Hentze.

- Nótarnir eru rímuliga krevjandi, so nógv má venjast heima, leggur hann afturat.

 

Tað er eisini eitt krav, at atburðurin er virðiligur í orkestrinum, at møtt verður í góðari tíð, so ljóðførini eru hitað upp og klárt er at spæla, tá venjingin byrjar!

 

- Alt hetta er við til at ala góðar tónleikarar upp, sum taka tað í álvara og støðið á orkestrinum er heilt gott, sigur hann.

FLO hevur áður verið á konsertferðum í Íslandi, sum eydnaðust sera væl, men  hesa ferð verður farið eitt sindur longur burtur og til eitt land við langari siðvenju innan klassiskan tónleik.