Ungir sviar

Svenski landsliðsvenjarin er fegin um møguleikan at royna nakrar ungar og evnaríkar leikarar

 

Landsdystur


Hetta sigur venjarin, Lars Lagerbäk, við heimasíðuna hjá svenska fótbóltssambandinum, nú tað stundar til dystin móti føroyska landsliðnum. Dysturin verður sum kunnugt leiktur í annað kvøld.

Svenski venjarin leggur dent á, at hetta avgjørt ikki er nøkur tilvildarlig roynd, tí vanliga føstu leikararnir ikki fáa frí, men harafturímóti eitt kærkomið høvi hjá honum at síggja teir leikarar, sum í framtíðini fara at teljast millum evnini til ein fastan sess á A-landsliðnum.

At spælararnir fara at kýta seg, nú teir hava fingið møguleikan, er heldur einki at ivast í. Lars Lagerbäck sigur víðari, at dysturin móti Føroyum er ein landsdystur, eins og allir aðrir, og at hetta sjálvandi eisini er ein møguleiki hjá ungu monnunum at koma eitt fet nærri móti landsliðnum.

- Sjálvandi hava hesir leikararnir somu møguleikar at vinna seg inn á A-landsliðið, sum allir aðrir leikarar hava, sigur venjarin m.a. í samrøðuni.

Umframt dystin móti Føroyum í kvøld, skal svenska liðið eisini spæla móti Finnlandi í NM-kapipngini. Hesin dystur verður leiktur longu í morgin.