Ungir suðuroyingar í havsneyð

Týsdagin mátt línubáturin, Glyvraberg, úr Hvalba biðja um fylgi til lands, tí manningin ikki fekk stýrt bátinum orsakað av illveðri. Ikki fyrr enn hósmorgunin vann Glyvraberg upp land

John Johannessen


Línibáturin Glyvraberg, ið er ein 50 tonsari, kom illa fyri í illveðri vestan fyri Mykines týsdagin. Vindurin var nógvur við hvirlum upp í 25 metrar um sekundið og aldurnar ógvuliga høgar, millum 10 og 12 metrar. Hetta gjørdi, at manningin ikki fekk tamarhald á skipinum.

Glyvraberg bað Vaktar- & Bjargingartænastuna um at fáa fylgi til lands, men hildið varð, at vaktarskipið, Gormur, orsakað av illveðrinum var ov lítið til uppgávuna. Tí fekk danska verjuskipið, Hvidbjørnen, uppgávuna. Hetta var um middagsleitið.


Fimm tímar at sigla

Hvidbjørnen setti seg beinan vegin í samband við skiparan á Glyvrabergi og boðaði honum frá, at hjálpin fór at vera á staðnum klokkan fimm seinnapartin. Stóra verjuskipið fekk hildið eina ferð á 20 fjóðringar hóast høgu aldurnar. Meðan siglt varð hevði skiparin á Hvidbjørnen javnan samband við skiparan á Glyvrabergi.

Hvidbjørnen var á staðnum klokkan fimm seinnapartin, sum væntað, og fór beinan vegin at fylgja Glyvrabergi til lands. Orsakað av illverðrinum gekk hetta ógvuliga seint fyri seg. Skipini fingu ikki siglt skjótari enn 3 fjóðringar um tíman.

Frá Hvidbjørnen verður sagt, at Glyvraberg undir ferðini arbeiddi ógvuliga hart í sjónum, men kortini fekk tað bert ein skeivan sjógv, ið rakti stýrhúsið. Hesin sjógvur elvdi kortini ikki til nakran serligan skaða.


Heima hósmorgunin

Mikukvøldið klokkan átta, tá skipini bæði vóru komin suður um Mykines, fór fyrst radarin og síðani VHF urin á Glyvrabergi. Hetta gjørdi, at manningin á Hvidbjørnen gjørdi av at fylgja línubátinum heilt til lands.

Túrurin heim til Hvalba, har Glyvraberg hoyrir heima, gjørdist drúgvur. Ikki fyrr enn klokkan var farin yvir hálvgum eitt hósmorgunin vóru skipini komin í Suðuroyarfjørð, haðani Glyvrabeg helt fram inn á Hvalba uttan hjálp.

Við Glyvrabergi vóru fimm ungir mans, ið vóru farnir at royna eftir hávi við línu.