Ungir spírar hava konsert í Reinsarínum

Í annaðkvøld spæla blaðungir tónleikarar í nýggja spælistaðnum í Havn

 

Í heyst og vetur fer Musikkskúlin at hava konsertir í Reinsarínum hvørt mikukvøld.

 

Bogi Andreasen, samskipari í nýggja spælistaðnum í Tórsgøtu í Havn, sigur, at talan er um konsertir við ungum bólkum og einstaklingum, ið ganga á Musikkskúlanum.

 

Fyrsta konsertin verður í annaðkvøld, har teir báðir bólkarnir, Stolen Moments, og Dropar, framføra.

 

Dropar er barnakór við rútmubólki, ið Sigrið Sivertsen og Jónleif Jensen samstarva um.  Kórið hevur nokk so nógv ár á baki, og hevur sungið á nógvum ymisum tiltøkum.

Dropar hava eisini framført í Tórsgøtu áður, tí olkurin var eitt av nøvnunum á hjá Asfalt í 2006.

 

Stolen Moments er ungur jazzbólkur, ið Rógvi á Rógvi er orkesturleiðari fyri, siga tey á Reinsarínum.