Ungir spælarar verða ov nógv belastaðir

Knæskaðar: Tað er ein møgulig orsøk til álvarsamar knæskaðar, heldur Pætur S. Clementsen

Seinasta mánaðin hevur ÍtróttarSosialurin havt eina greiðarøð um álvarsligar knæskaðar, sum tykjast at vinda upp á seg hjá føroyskum ítróttarfólki. Í ÍtróttarSosialinum í gjár er 4. partur av greinarøðini.

 

(Brot úr greinarøð í ÍtróttarSosialinum 6. august 2018)

 

Pætur Smith Clementsen, sum hevur lisið ítrótt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn heldur, at fleiri orsøkir kunnu vera til at vit síggja so nógvar álvarsamar skaðar í føroyskum ítrótti. Alt frá, at fyribyrgjandi venjingin kann vera raðfest ov lágt úti í feløgunum, til at belastningurin á teir einstaku spælararnar kann verða ov høgur.

 

Serliga heldur tekniski stjórin í Fótbóltssambandinum, at spælarar, sum hava aldur til at spæla í fleiri ymiskum deildum, kunnu verða belastaðir ov nógv úti í feløgunum, og kann tað elva til troyttheit og álvarsamar skaðar.

 

- Spælarar í 18 árs aldrinum spæla ofta ov nógvar dystir um vikuna í longri tíðarskeið, og eins og venjingarintensiteturin fer upp, strekkir tíðin ofta ikki til at venja fyribyrgjandi venjingar. Tá skulu vit ikki verða so ovfarin av, at troyttleiki og skaðar – eisini álvarsamir skaðar - koma fyri. Haldi næstan eisini, at ein kann fara so langt sum at siga, at í summum førum vera atlit heldur ikki tikin til at hava menningina hjá tí einstaka leikaranum í miðdeplinum. Heldur er tað at tey ymsu liðini (Betri, U21, U17) skulu fáa góð úrslit, og tí verða bestu spælararnir brúktir ov nógv, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum.

 

Hann leggur dent á, at hann ikki er fakserfrøðingur á økinum, men byggir sína meining á millum annað undanfarnu greinar í greiðarøðini, og hansara mongu upplivingum í føroyskum fótbólti.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Í samrøðuni við ÍtróttarSosialin vísir hann eisini á, at har tað er fysiskur venjari tilknýttur, er mangan gott skil á venjingarmongdini, og hussu verður vant.