Tíðindaskriv
Summar Festivalurin kunnger nú tvey nøvn afturat til ársins festival. Í báðum førum er talan um ungar og evnaríkar sangarar, sum í hesum døgum vinna fram sum solistar.
Guðrið Hansdóttir er sangari, tónleikari og sangskrivari, og seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Guðrið Hansdóttir var bæði í 2006 og 2007 tilnevnd sum besta songkvinna á Planet Awards, og í næstum verður hon fløguaktuell.
Guðrið er sangari og oddakvinna í bólkinum Isadora And The Rebels, sum hevði eina frálíka framførslu í Húsinum á seinasta Summar Festivali. Hesaferð kemur Gurðið aftur til Klaksvíkar sum solistur, og hon fer millum annað at syngja sangir, ið koma út á hennara fyrstu fløgu seinni í ár.
23 ára gamli Høgni Reistrup hevur fyri kortum givið sína fyrstu fløgu út. Fløgan kallast Hugafar á ferð og er ein tónleikalig ferð hjá Høgna.
Høgni Reistrup hevur eina fortíð í klassiskum tónleiki, men hann kom av álvara fram sum tann eyðagóði og væl syngjandi oddamaðurin í Lawetz, ið vóru við til Prix Føroyar meira enn einaferð. Hann hevur framvegis nakað av tí fríska frá Lawetz við í sínum tónleiki, men stundum eru sangirnir eisini meira grundandi og delikatir.
Guðrið Hansdóttir spælir á Summar Festivalinum hóskvøld, og Høgni Reistrup verður at hoyra fríggjakvøld.