Tær báðar hava altíð havt áhuga fyri mati.
Asta sjálv var á húsarhaldsskúla áðrenn hon nú fór á kokkaskúlan, og fekk tá ein forsmakk uppá, hvat matgerð er.
- Eg havi verið tveir túrar við Næraberg. Og tá royndi eg at vera so nógv sum eg kundi í galluni, sigur Asta við einum brosi.
Alberta var í iva, hvørt hon skuldi gerast lærari ella kokkur. Hon royndi seg sum føroyskan lærara í Kenya í tríggjar mánaðir og er nú á kokkaskúlanum í Klaksvík.
- Her er gott at vera, sigur hon.
Tær hava nú bert verið á skúlanum í tvær vikur, og hava higartil lært um reinføri og nakað um matgerð, sjálvandi.
Í gjáramorgunin vóru fiskafrikadellur og medistarpylsur á skránni og seinnapartin skuldu tær baka.
- Vit vita ikki enn, hvat vit fara at baka. Tað kann verða kaka, bollar ella kanska breyð.
- Vit fáa at síggja, siga tær báðar við ein munn.