Credo er spennandi gospelbólkur úr Klaksvík, sum spældi fyri fyrstu ferð alment á Gospel Prixnum í 2003. Tónleikararnir í bólkinum hava eisini spælt við øðrum bólkum og gera tað lutvíst enn.
Eitt av endamálunum við Summar Festivalinum er at geva lokalum tónleikarum í Klaksvík møguleikan at standa á einum stórum og spennandi palli, og á tann hátt at stimbra tónleikalívið, og hesaferð eru boð eftir Credo. Teir fara at spæla ásaman við teimum stóru føroysku og útlendsku stjørnumum á festivalinum.
Credo hevur spælt til ymisk tiltøk hetta seinasta árið, og teir skriva tónleik sjálvir. Talan er um melodiøsan popptónleik
Credo: Hans Andrias Olsen (sang), Rógvi Sivertsen (akk. gittar), Leivur Vitalis (bass og kór), Jóel Bringsberg (trummur) og Alvin Ellebye Andersen (keyboard)