Ungir føroyingar til týskt stórfelag

Tveir hoyvíkingar fara at royna seg í einum av størstu hondbóltsfeløgunum í Týsklandi

Í hesum døgum er U18-liðið hjá týska stórfelagnum í honbóltshøpi, Flensburg-Handewitt, á venjingarlegu í Føroyum. Týska liðið kom til Føroya við Norrønu í gjár og fer avstað aftur hósdagin. Sambandið við týska stórfelagið er komið í lag í kjalarvørinum av, at tveir føroyingar skulu verða partur av teirra U18-hópi komandi vetur. Hetta skrivar hondbóltssambandið á Facebook-síðu sínari.

 

Hesir føroyingarnir eru málverjin, Hørður Trygvason, og bakkspælarin Brandur Halgirsson, ið báðir eru 16 ára gamlir og spæla við H71.  Teir skulu royna seg í akademiinum hjá týska stórfelagnum.

 

Flensburg-Handewitt hevur verið í toppinum av týskum hondbólti í nógv ár, og vunnu teir eisini Champions League í hondbólti í 2014. Fleiri kendir danskir landsliðsleikarar hava spælt við felagnum – harímillum Lars Christiansen, Michael V. Knudsen, Lasse Svan Hansen og Anders Eggert.


Í kvøld kl. 18.00 eru royndari, føroysku hondbóltsvenjararnir bodnir til ein fyrilestur í Hoyvíkar skúla, har venjararnir úr Flensburg fara at greiða frá, hvussu teir skipa teirra ungdómsvenjing og arbeiði. Øll eru vælkomin. Eftirfylgjandi, kl. 19.00, fara teir at vísa fram eina servenjing í Hoyvíkshøllini, har dentur verður lagdur á tekniska skotvenjing. Týska liðið skal í vikuni spæla tveir venjingardystir ímóti føroyska U21-landsliðnum, týskvøldið og mikukvøldið kl. 20.00 í Hoyvíkshøllini. Hetta er samstundis byrjanin til fyrireikingarnar hjá føroyska U21-manslandsliðnum fram til IHF Trophy finaluumfarið, sum verður í oktober.