Sjey ungdómar av Rásini í Saltangará, sum er ein stovnur fyri ung við menningartarnið, hava ligið strandað í London síðani fríggjadagin. Tey vilja fegin frætta frá øðrum, sum eisini liggja føst í London ella har um leiðir fyri at vita um tað ikki ber til at leiga buss til Danmarkar í felag, ella at finna onkra heilt aðra loysn.
Morten Hust Petersen, ferðaleiðari, sigur, at tey hava tað gott, tey hava mat og tak yvir høvdið.
Tilsamans eru tey 10 fólk í ferðalagnum.
Men fíggjarliga er hetta ein sera dyggur smeitur fyri búfólkið á Rásini, sum sjálvi hava savnað pening saman fyri ferðina.
- Hetta kostar okkum 3500 krónur um dagin, bara í gisting, umframt mat og drekka.
Fyribils standa tey á ferðafólkalistanum til eitt flogfar í morgin, men sum útlitini eru, sær ógvuliga svart út við nakrari flúgving í morgin.
Tey hava annars roynt allar hugsandi loysnir, eisini møguleikan at fara norður til Skotlands fyri at sleppa heim við onkrum fiskiskipi, sum avreiðir í Skotlandi, men tað hevur heldur ikki riggað.
- Vit hava enntá umhugsað at leiga hýruvogn úr London til Danmarkar, so at vit kunnu sleppa heim við Norrønu, men tað kostar einar 20.000 krónur og tað er ikki bíligari at leiga bil til Danmarkar.
Skuldi tað verið onkur, sum er í somu støðu sum vit, frætta vit fegin frá teimum, vissi møguleiki skuldi verið at gjørt ferðalag til Danmarkar, so at allir partar sluppu bíligari.
Skuldi nakar møguleiki verið, eru tey vælkomin at ringja til Morten Hust Petersen á telefon nummari 00298 21 52 02