Vestmenningurin, Andrias Eriksen og vágamaðurin, Eli Falkvard, ið báðir spæla í FS Vágum 2004, eru ávíkavist 15 og 16 ára gamlir, eru á vitjan í Fremad Amager í løtuni. Hesir ungu dreingirnir eru ikki einastu føroyingarnir í felagnum, tí eigarin er sjálvasti Todi Jónsson, og í hópin hevur hann fingið sær ungar føroyingar. Teir eru; Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð.
Hetta er fyri at fáa teir at fáa alsk fyri yrkisfótbólti, og kunning um hvat tað er sum inniber.









