Ungdómshúsið, sum heldur til í niðaru lon í Skúlanum við Streymin, byrjar aftur í kvøld eftir summarsteðg.
Latið verður upp klokkan 18, og her hevur ungdómurin í kommununi høvi at hugna sær og skapa góðar løtur saman.
- Húsið er opið fyri teimum, sum ganga í 8. flokki og eru upp til 18 ára aldur, siga tey í Sunda kommunu í dag.
Ungdómurin er eisini vælkomin at koma við spennandi hugskotum um virksemið í húsinum.
- Ungdómshúsið í Skúlanum við Streymin verður opið týskvøld frá klokkan 18-22 og fríggjakvøld frá klokkan 18-23, verður lagt aftrat.