Ungdómar úr Bragdinum til DMU

– Eftir at hava luttikið og klárað seg avbera væl til FMU í frælsum ítrótti farna vikuskifti fara fimm av okkara bestu ungdómsíðkarum at luttaka til DMU komandi vikuskifti.

– Eftir at hava luttikið og klárað seg avbera væl til FMU í frælsum ítrótti farna vikuskifti (sí úrslit á www.fif.fo) fara fimm av okkara bestu ungdómsíðkarum at luttaka til DMU komandi vikuskifti.

 

Soleiðis skrivar Bragdið í dag.

 

Tey, sum fara avstað at umboðað Bragdið, eru Karin Holm Simonsen (200 m og 800 m), Katarina Høj (800 m og 1500 m), Margit Weihe Fríðmundsdóttir (200 m og 300 m), Teitur Bjarnastein (400 m og 800 m) og Steingrímur Hallsson (spjót, 400 m og 800 m). Ferðaleiðari á túrinum verður Rúni Seloy.

 

Umframt einstaklinga kappingarnar vera allir íðkarar eisini við í ymiskum boðrenningum. Genturnar skulu luttaka í 1000 m boðrenning G15 og 4 x 400m G19 meðan dreingirnir luttaka í 4 x 400m D22.

 

Bragdið hevur í nøkur ár samstarvað við Hvidovre Atletik í Keypmannahavn, og av tí at føroysku íðkararnir ikki kunnu kappast fyri eitt føroyskt felag, kappast tey fyri Hvidovre. Á ferðini búgva íðkarnir eisini í felagshúsinum hjá Hvidovre.

 

DMU verður á Østerbro Stadion í Keypmannahavn, sum liggur bert eitt hanagleiv frá Fælledparken og Parken.

 

Við heili 636 luttakarum og fleiri enn 1400 startum verða tað tveir langir og spennandi kappingardagar. Leygardagin verður kappast frá 10.00 til 20.00, og sunnudag verður kappast frá 9.00 til 18.00.

 

Tíðarætlan fyri okkara luttakarar:

 

Leygardag 30. august 2014

 

Kl

Teinur

Árgangur

Spjót

Steingrím

10:15

 

 

D17

Katarina

13:40

1500m

P15

 

Margit og Karin

18:30

300m

P15

 

Steingrím og Teitur

19:10

400m

D17

 

 

Sunnudag 31. august 2014

 

Kl

Teinur

Árgangur

Karin og Katarina

10:00

800m

P15

Teitur og Steingrím

10:40

800m

D17

Margit

11:20

200m

P15

Margit, Karin, Katarina

16:20

1000m staf

P15

Margit

17:10

4x400m

P19

Steingrím, Teitur

17:30

4x400m

D22

 

Katarina hevur longu tryggjað sær luttøku til oyggjaleikirnar á Jersey komandi summar á bæði 800m og 1500m. Hinir fýra íðkararnir Margit, Karin, Steingrím og Teitur mangla ikki nógv í eisini at klára eitt oyggjaleikakrav.

 

– So tað verður avbera spennandi at fylgja við, um onkur teirra longu komandi vikuskifti verður klár(ur) til oyggjaleikirnar, skrivar Bragdið.