Um vikuskiftið hava talentvenjingar verið í Høllini á Hálsi í Havn og í Hoyvíkshøllini.
Tað er Hondbóltssamband Føroya, sum skipar fyri talentvenjingum fyri U12, U14, U16/17 dreingir og gentur, og er tað ungdómsvenjarin hjá H71, Flemming Oliver Jensen, hevur staðið fyri venjingunum.
Talentvenjingar hava verið í seks ymiskum bólkum: U12 dreingir, U12, gentur, U14 gentur, U14 dreingir, U16 dreingir og U17 gentur. Hvør bólkur fer at verða saman tvær ferðir um mánaðin í hálvanannan tíma hvørja ferð.
Til fyrstu venjingarnar hava venjarar í deildunum valt út leikarar, sum teir halda eiga at vera partur av talentvenjingunum. Burtur úr hesum leikarum vórðu so lið sett saman at spæla hvør ímóti øðrum.
Eftir fyrstu venjingina verða 20 leikarar valdir út at møta til næstu ferð, og tá byrjar sjálv talentvenjingin.
Sambært HSF, so skal tað undirstrikast, at tað merkir ikki, at leikarar, sum í hesum sambandi ikki fáa boð at møta aftur, endaliga eru úti av myndini, tí tillagingar fara fram alla tíðina – í mun til, hvussu leikarar klára seg og annars mennast gjøgnum kappingarárið.