»Ungdómur og vísdómur fylgjast sjálvdan at«

Katrin Dahl
--------

Hetta orðatakið kom mær til hugs, tá eg í gjárkvøldið sá forsíðuna á Sosialinum, har felagið hjá fólkafloksungdómi, sum kallar seg »Huxa«, meldar út við teirra meining um ta føroysku fólkakirkjuna.
Ein sera illa umhugsað útmelding.
Hoyrdi í danskari tíðindasending, at konservativ ungdom hevði havt landsfund og kom við somu útmelding, so helst er tað haðani, at felagið Huxa letur seg ávirka.
Ikki er tað alt, vit skulu slúka rátt, sum kemur úr Danmark, og slett ikki tá tað kemur til mentan og átrúna.
Tann føroyska fólkakirkjan hevur ígjøgnum øldir havt so ómetliga stóran týdning fyri tað føroyska fólkið og ta føroysku mentanina.
Rykkja vit teppið undan fólkakirkjuni, verður skaðin óbótaligur, mentalt, sosialt og menturnaliga.
Tí fari eg at mæla felagnum »Huxa« til:
Hugsið áðrenn tit tala.