Ungdómshúsið í Hoyvík fær nú fasta játtan

Tórshavnar býráð hevur játta 555.000 krónur til Klubb 188, sum er ungdómshús í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.

Levi Mørk, býráðslimur og leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, upplýsir, at royndartíðin við ungdómshúsinum hevur verið so mikið væl eydnað, at Tórshavnar Kommuna nú hevur gjørt av at leggja raksturin í eina fasta legu, og at 555.000 krónur eru játtaðar til endamálið á fíggjarætlanini hjá kommununi.

- Tað er gott at síggja allar tær íløgur og játtanir fyri 2011 hjá Tórshavnar kommunu. Serliga hugaligt er síggja á fíggjarlógini, at ungdómurin í kommununi fær fleiri tilboð at velja í millum, og ungdómsmentanin er komin í hásæti. Hesum stendur eitt samt Tórshavnar býráð aftanfyri, og tað er at fegnast um, at hetta verður raðfest so ovarliga hjá býráðslimum, sigur Levi Mørk.

Kommunan hevur eisini gjørt av, at innarætta loftið í ítróttarhøllini í Kollafirði fyri 1,5 millión til ungdóm og annað skapandi virksemi hjá KÍF. Eisini verður eitt nýtt tilboð á Norðrasta Horni, har ein teldukafe fyri tey ungu skal lata upp í Býlingshúsinum, har opið verður tvær til tríggjar ferðir um vikuna.